19-ára gamli klaksvíkingurin legði Føroyar á odda við stútara miðskeiðis í seinna hálvleiki, og í 83. minutti vísti Jonn Johannessen aftur, at hann er vandamikil í brotsteignum, tá áleyparin var fyrstur á einum leysum bólti.
Jonn Johannesen syrgdi fyri, at dysturin ikki var spennandi seinastu løtuna - tíverri varð Steffan Løkin skaddur í støðuni eftir samanstoyt við málverjan (Myndir: Sverri Egholm)
Armenia varð sent til hús við ongum í fyrsta undankappingardystinum, og tað eydnaðist væl við nógvum nýggjum monnum:
- Hetta var ein góð byrjan uppá kappingina. Allir "steppa upp" í dag, vit skilja væl hvønn annan, og spælið verður uppaftur betri.
Sí eisini:
Jonn tryggjaði Føroyum trý stig í fyrstu royndini
Myndir: Føroyar - Armenia
Jonn er ikki bangin fyri at stíla høgt:
- Vit fara eftir øllum stigunum, ið liggja har til at taka - eisini tey ímóti Fraklandi. Sjálvandi skulu vit royna at koma til EM-endaspælið
Í september koma júst fraklendingar á vitjan. Fýra dagar áðrenn spæla Jonn og liðfelagirnir aftur móti Armenia - hesaferð á útivølli.
U21 EM-undankapping
Svangaskarður, 08.06
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn Johannssen
Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald