Fótbóltur

Video: - Tað merkir alt men krevur nógv at vera fastur landsliðsspælari

Í U21-aldrinum helt eg, at eg var kongurin, men man merkti skjótt at A-landsliðið er nakað annað, staðfestir Hanus Sørensen. - Helt avgjørt eg var nóg góður fyri nøkrum árum síðani, men eg havi havt nógv at læra, sigur Andrias Edmundsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-05 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen hava leingi verið sæddir sum spennandi spælarar í føroyskum fótbólti. Báðir fóru tíðliga útum landoddarnar at royna seg - ávikavist til Sunderland og FC Midtjylland.

Hanus kom aftur til HB, har hann hevur roynt at verið profilur á liðnum og í Betrideildini. Nú er bóltsnillingurin aftur yrkisspælari - í fremstu slovensku deildini.

Andrias fór til Póllands at royna seg fyri tveimum árum síðani. Hann byrjaði í trðbestu deildini eftir drúgvan skaða - eftir summarsteðgin skal sterki miðverjin spæla í bestu deildini í fimtstørsta landinum í Evropa.

Sí eisini:  Andrias Edmundsson skal spæla í bestu pólsku deildini

[object Object]
Andrias Edmundsson til venjingina í gjár - sí fleiri myndir HER

Sí eisini Andrias og Hanus seta orð á ymisku avbjóðingarnar og spennandi menningina her: Profilarnir liva og stríðast fyri yrkisdreyminum

Í landsliðshøpi royndu teir í 2017 nakað, sum eingin føroyskur fótbóltsspælari tá hevði roynt: At spæla í einum endaspæli. Hanus Sørensen skoraði í avgerandi dysti fyri at tryggja Føroyum plássið.

Í U21 tíðini hildu teir ikki lítið um egin evni, staðfesta báðir nøkur ár seinni. Teir kundu tó eisini skjótt staðfestast, at tað skuldi meira til fyri at veruliga sláa ígjøgnum á A-landsliðnum. Eftir nøkur spennandi avrik í 2023 brutu báðir menninir, við høgum sjálvsáliti og professionella hugburðinum, veruliga ígjøgnum á A-landsliðnum í 2024.

Omanfyri tosa Andrias og Hanus um tilgongina og um framtíðina: Teir vilja hava nógv burturúr hesari undankappingini, har fýra stig er minsta krav. Fyrst er tað tó venjingardystur í Georgia í dag klokkan 17 føroyska tíð.

Sí eisini: Dysturin í Tbilisi hevur sanniliga eisini nógv at siga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder