- Undirlagið var undir alt lágmark... tað var sum at spæla á sandi. Men teir handfara tað nógv betur enn vit, og vit spæla ikki ein góðan dyst, hóast vit stríðast og standa ímóti leingi.
Hetta sigur Nils Jonathan Johansen við Portalin eftir 2-0 tapið fyri Olimpija Ljubljana.
Tað var tungt, men svenski málverjin - ið stóð ógvuliga væl í kvøld - kann eisini hyggja frameftir.
Bólturin í netinum hjá KÍ og Jonathan Johansson (Mynd: Aleksandar Djorovic)
Ógvuliga vónbrotin málverji, sum helt KÍ inni í dystinum...(Mynd: Aleksandar Djorovic)
...men smílið kom á tá hann heilsaði uppá norsku vinmenninar, ið vóru komnir allan vegin at stuðla (Mynd: Aleksandar Djorovic)
Sí video ovast.
Filmað: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini:
Árni: - Haldi eg átti frísparki - ikki hann
KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana
Myndir: Marrudysturin í Slovenia
UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11:
Olimpija Ljubljana - KÍ 2-0 (0-0)
83' David Sualehe 1-0
88' Mustafa Nukic 2-0
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg– Páll Andrasson Klettskarð
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Sivert Gussiås, Mads Boe Mikkelsen, Deni Pavlovic og Jóhan Josephsen
Slovan Bratislava - LOSC Lille 1-1
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig
Tvey lið koma víðari
5. umfar, 30. november:
KÍ - Slovan Bratislava
Olimpija Ljubljana - LOSC Lille
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald