placeholder
Hondbóltur

Video: - Vit fingu roynt okkara egna medisin

Fáa ikki bilbukt við teirra 7 móti 6 - burdu loyst tað betri, og yvir tjúgu mál inn í einum hálvleiki er alt ov nógv. Peter Bredsdorff-Larsen er annars jaligur eftir 35-32 tapi og dregur fram fyrra hálvleik.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-10 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin): Føroyski landsliðsvenjarin var vónbrotin, men pláss var eisini til at smílast og taka tey jaligu tingini fram frá dystinum.

Serliga var tað verjuspælið størsta partin av fyrra hálvleiki og "føroyska fokusi", sum Peter Bredsdorff-Larssen var vælnøgdur við.

- Í 2. hálvleiki er tað tó ikki nóg gott í verjustøðu, har Ukraina kemur við nógvum ymiskum dygdum, og vit brenna/gera ov nógv grundleggjandi mistøk. Tað setur seg sjálvandi í spælararnar.

Sí eisini: Elias (Video): - Verjan er alt ov vánalig í seinna hálvleiki

Sí video omanfyri - filmað hevur Egin Tollaksson Kass

------------------------------------------------------------------

Undankappingin til EM 2025, 2. umfar
Vilnius, 10.11
Ukraina - Føroyar 35-32 (14-17)

Dystargongdin:
5 minuttir: 2-3
10 minuttir: 3-7
15 minuttir: 4-10
20 minuttir: 8-12
25 minuttir: 9-14
30 minuttir: 14-17
35 minuttir: 17-20
40 minuttir: 20-23
45 minuttir: 23-25
50 minuttir: 27-27
55 minuttir: 30-29
60 minuttir: 35-32

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Vilhelm Poulsen 4 mál
Pætur Mikkjalsson 2 mál
Peter Krogh 1 mál
Janus Dam Djurhuus 1 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál

Bjargingar: Pauli Jacobsen 12/44 (27 prosent)

Sí fleiri myndir frá dystinum í Vilnius HER

Sí eisini: Føroyar mistu av álvara tamarhaldið seinasta korterið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder