Liðformaðurin hjá KÍ byrjaði inni í seinasta HM-undankappingardystinum í mars, sum var í Skotlandi. Tað gjørdi verjukendi miðvallarin eisini í kvøld, men hann var ikki við í upprunaligu úttøkuni til hesar venjingardystirnar.
Tí føldi Jákup Biskopstø Andreasen, at hann hevði nakað eyka at prógva í kvøld, og hann var vælnøgdur við egna avrik og tí hjá liðnum í 1-0 ósigrinum fyri íslendingum. Jákup spældi ein sterkan dyst á sentrala miðvøllinum saman við Brandi Hendrikssyni og Halli Hanssyni. Hann vann nógvar nærdystir, var róligur og góður við bóltinum og útfylti sum heild uppgávuna væl, áðrenn hann varð skiftur út fyri Klæmint Andrasson Olsen, tá man skuldi satsa seiansta lítla korterið.
Jákup B. Andreasen, ið fylti 23 ár týsdagin, verður ikki tøkur til dystin móti Liktinstein mánadagin. Hann er bundin av próvtøku í sambandi við útbúgvingina sum maskinmeistari.
Jákup Biskopstø Andreasen í nærdysti við Birkir Bjarnason, ið spældi sín landsdyst nummar 97 fyri Ísland. Talan var um fjórða A-landsdystin hjá Jákupi (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Myndir: Føroyar - Ísland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald