![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
- Eg eri 42,8 ár nú, so tað er kanska uppá tíðina, at Víkingur sleppur av við meg.
Soleiðis helt Atli Gregersen, ið fyllur 43 ár 15. juni, skemtandi fyri eftir tíðindafundin í dag, har hann varð kunngjørdur sum hjalparvernjari hjá Eyðuni Klakstein.
Sí eisini: Eyðun Klakstein: Meira spentur enn stúrin
Ivamál hevur verið um hansara leiklut. Hetta tí sáttmálatilboðið kom stutt áðrenn kappingarbyrjan.
Nú avdúkar Atli, at hann steðgar at spæla sjálvur, so skjótt sum Víkingur er liðugt í Evropa í ár. Liðið skal spæla minst fýra dystir har í juli og inn í fyrstu vikuna í august.
Kanska tað er júst rætti mátin at gevast uppá við hesum starvinum, heldur Atli fyri. Hann vísur eisini á, at hann og Eyðun Klakstein hóska væl saman.
Hoyr samrøðuna, sum Leivur Frederiksen gjørdi, omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald