- 50 landsdystir er nokso nógv, men eitt mál er ikki so nógv.
Sølvi Vatnhamar er í løtuni skrásettur fyri 49 A-landsdystir og eitt mál.35-ára gamli leikrvíkingurin var 27-ára gamla, tá hann spældi sín fyrsta A-landsdyst. Einasta málið higartil skoraði miðvallarin í venjingardysti móti Liktinstein í 2016. Nú, fimm ár seinni, liggur tað í luftuni at Sølvi fær sín dyst nummar hálvthundrað móti Liktinstein á.
Sølvi og Viljormur Davidsen røkka í morgin hálvthundrað landsdystum, um teir vera á vøllin.
Sølvi Vatnhamar til venjing á Tórsvølli í dag. - Eg kom seint á landsliðið, men spældi meg so inn á liðið og varð verandi har (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ógvuliga stórt at koma upp á 50 landsdystir, og tað eri eg ógvuliga errin av, segði Viljormur Davidsen á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Venjingardystur verður á skránni Tórsvølli í annaðkvøld, og nummar 10 á landsliðnum vónar, at hann sleppur at spæla dyst nummar 50 - júst tað at fáa mál hevur hann ikki stórt fokus á.
Sølvi Vatnhamar leggur dent á, at liðið skal gerast eitt sindur meira vandamikið á seinasta triðinginum - serliga nú talan er um mótstøðuliðið, sum á pappírinum er veikari. Víkingurin fegnast eisini um, at hann fær møguleika at umboða land sítt:
- Tað er ein æra og eitt upplivilsi at spæla á landsliðnum hvørjaferð, og man hevur fingið nøkur upplivilsi tilsamans nú. Eg vóni at røkkið 50 landsdystum í morgin
Sí eisini:
Petur Knudsen: Landslidið er ein góð blanding av bygda-og havnarmonnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald