Hondbóltur

Video: Føroyski javnleikurin millum bestu EM-løturnar

EHF hevur í dag lagt video út við topp-tíggju hendingum og tingum frá EM-endaspælinum. Har eru ótrúligu seinastu sekundini millum Føroyar og Noreg við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-01 16:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-endaspælið kom at enda sunnudagin, tá Frakland vann finalusigur á Danmark  eftir longda leiktíð.

Sí eisini: Frakland fór avstað við evropameistaraheitinum

Tað hava verið nógvar stórar og søguligar løtur og fleiri av teimum eru á topp-10 listanum, sum evropeiska hondbóltssamgongan hevur lagt út í dag.

Ein av teimum er javnleikurin hjá Føroyum móti Noreg. Leygarkvøldið 13. januar 2023 stendur longu sum ein varði í føroyskari ítróttarsøgu, og nú er enn ein góð umbering fyri at hyggja eftir løtuni úr Merceds Benz umaftur. 

Hon sæst ovast í greinini og á youtubesíðuni hjá EHF. Tað er frá 1.40.

Hendan er 8. plássi - frammanfyri tá Ísland gjørdi nakað ógvuliga líknandi móti Serbia og søguliga sigurin hjá Georgia, sum eisini var við til eitt endaspæl á fyrsta sinni.

At tað var síðsta EM-endaspælið hjá Andy Schmid og Nikola Karabatic verður eisini heiðrað, umframt at Mikkel Hansen tók málmetið frá júst Karabatic, og at Frakland vann gullið á dramatiskan hátt. Ólógliga fríkasts-málið hjá Elohim Prandi móti Svøríki er ikki við.

[object Object]
Myndin av systkinabørnunum Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir dystin móti Noreg er sonevnda "thumbnail" á videobrotunum hjá EHF (Mynd: EHF/Youtube)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder