2021-05-03 17:11
Føroyska A-landsliðið í hondbólti hevur gjørt vart við seg seinastu dagarnar. Við góðum spæli og enntá einum sigri á Kekkia fríggjakvøldið eru eygu vend móti Føroyum.
Evropeiska hondbóltssambandið hevur kosið fimm tey bestu málini hesa vikuna, og Føroyar eigur eitt teirra.
Tað er eitt mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum hann fekk í dystinum móti Kekkia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald