Fótbóltur

Video: Fýra ferðir Lea Lisberg

Sí málini úr dystum í 8. umfari í bestu deildini hjá kvinnum.

(Mynd: FSF Varpið)

(Mynd: FSF Varpið)

2021-05-20 23:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Málríkt umfar í Betri deildini hjá kvinnum týsdagin. 21 mál komu í teimum fýra dystunum, sum vórðu leiktir, og ikki óvæntað vunnu HB og EBS/Skála móti nýggju liðunum í deildini, ávikavist 07 Vestur og AB/B71.

Í Gøtu var B36 á vitjan við nýggjum venjara, og hesaferð bragdaði. B36-kvinnur vunnu 4-2 móti Víkingi.

Dysturin millum NSÍ og KÍ, sum endaði við javnleiki 2-2, varð stroymdur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum, og hæddarpunktini frá tí dystinum eru tí ikki tøk á netinum.

Hæddarpunkt: FSF Varpið

AB/B71 - EBS/Skála 0-7 (0-2)
23’ Lea Lisberg 0-1
40’ Lea Lisberg 0-2
46’ Lea Lisberg 0-3
49’ Lea Lisberg 0-4
53’ Sigrun Kallsoy Kristiansen 0-5
77’ Silja Augustinussen 0-6
84’ Lea Lisberg 7-0

Víkingur - B36 2-4 (1-1)
5' Hanna Isaksen Højgaard 1-0
15' Olga Kristina Hansen 1-1
57' Jacoba Langgaard 1-2
60' Jacoba Langgaard 1-3
60' Emma Hansdóttir 1-4
79' Maibritt Olsen 2-4 (br.)

HB - 07 Vestur 4-0 (0-2)
25’ Julia Naomi Mortensen 1-0
34’ Ide Marie Christensen 2-0
49’ Elin Maria Isaksen 3-0
69’ Ide Marie Christensen 4-0

Støðan í Betri deildin kvinnur

1. KÍ (18 stig)
2. HB (16 stig)
3. EBS/Skála (16 stig)
4. Víkingur (13 stig)*
5. NSÍ (13 stig)
6. B36 (10 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)*
8. AB/B71 (0 stig)

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder