Hondbóltur

Video: Hákun og Füchse framdu nakað serstakt

Høvuðsstaðarfelagið vann seinastu níggju Bundesliga-dystirnir og harvið sítt fyrsta týska meistaraheitið - fagnaðurin sæst her. Næsta vikuskifti fara føroyingurin og hinir eftir Champions League-heitinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-09 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bronsa í 2022 og 2023, silvur í 2024 og nú bragdaði tað. Við 38-33 sigrinum í Mannheim í gjár tryggjaði Füchse Berlin fyrsta týska meistaraheitið felagsins. Hetta var samstundis fyrsta meistaraheitið hjá einum felagi úr Berlin síðani 1964 - áðrenn talan gjørdist um eina veruliga Bundesligu.

Tað stóð nógv á, tí Rhein-Neckar Löwen spældi ein ógvuliga góðan dyst. Men í 2. hálvleiki stóð verjan væl betri, álopsmaskinan fór veruliga í gongd, og Füchse Berlin vann sín dyst nummar 11 á rað - og tann níggjunda í Bundesliguni á rað.

Til ber at síggja hæddarpunkt frá dystinum ovast ella HER

Sí eisini: Hákun West av Teigum er týskur meistari

Füchse vann European League í 2023 og hevur verið í stórari menning. At Mathias Gidsel er komin til felagið hevur gjørt stóran mun. Næsta vikuskifti verður farið eftir heilt stóra evroepsika heitinum: Champions League.

Hákun hevur víst stóran framburð í Füchse

Hann brendi bæði síni skot í gjár og eftir tað seinna, ið hann burdi skorað uppá, varð Hákun West av Teigum tikin út.

Nú 23-ára gamli hoyvíkingurin hevur annars lyft arvin eftir Hans Lindberg og vunnið sær fast pláss á høgra vongi hjá "revunum". Tað er ikki altíð, at Hákun fær so nógvar bóltar at arbeiða við, men sum oftast er hann ógvuliga tryggur; hetta sást millum annað við sjey málum móti Aalborg í apríl.

Kviki og tekniskt sterki føroyingurin er við at bera kyndilin fyri føroyskar íðkarar uttanlands, og nú hevur hann vunnið heimsins fremstu hondbóltsdeild. Hákun hevur skorað 80 mál í deildini í ár.

[object Object]
Hákun West av Teigum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Áður hava Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vunnið svenska meistaraheitið, og fyri stuttum var Silja Arngrímsdóttir Müller við at vinna íslendska meistaraheitið, sum Ingibjørg Olsen, Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus áður hava vunnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder