2020-10-11 18:50
(Upptøka: TV2 Sport)
26 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen vann í dag gull í finaluni fyri einskullara í EM-kapping, sum verður hildin í Póllandi um vikuskiftið.
Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági rør fyri danska landsliðið.
Hann lá annars ikki til at vinna, men eftir ein góðan endaspurt vann Sverri við tíðini 06:50.220, umleið eitt sekund frammanfyri nummar tvey úr Póllandi. Noreg endaði á triðja plássi.
Allur róðurin sæst við haldi á TV2 Play her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald