Fótbóltur

Video: Hundur pissaði á keylu til venjing í Liverpool

Fyrireikingarnar hjá Sheffield United til Premier League-dystin móti oddaliðnum vórðu heilt stutt órógvaður av einum hundi.

2020-01-02 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú heilt stutt er ímillum dystirnar í Premier League, er avmarkað hvussu liðini fáa fyrireika seg til dystirnar.

Í seinasta dystinum í 21. umfarinum, og í roynd og veru í jóla- og nýggjársskránni, tekur Liverpool ímóti Sheffield United.  Uppflytararnir hava havt eitt frálíkt kappingarár eftir umstøðunum og liggja á 8. plássi - bert sjey stig frá 4. plássinum. 

Hópurin kom til Liverpool í gjár, og Chris Wilder og hansara toymi valdi at hava eina lætta venjing í Liverpool fyrrapartin, eina sokallaða "activation session". Hon var so í Stanley Park - ein almenn park millum heimavallirnar hjá Liverpool og Everton. Heldur óvanligt fyri eitt Premier League-felag og á heldur óstøðuga grasinum fekk hópurin úr Sheffield ein heldur óvanligan gest.

Í stuttum videobroti á Twitter hjá The Toffee Blues, ein Everton síða, sæst ein lítil hundur koma smárennandi inn ímóti leikarunum. Hann luktar eitt sindur til eina keylu, lyftir annað beinið, ger tað sum hann skal og fer síðani rennandi avstað aftur. Hetta elvdi til miklan látur í hópinum hjá Sheffield United, og felagið hevur deilt videobroti á sínari Twitter síðu. 

Liverpool kann í kvøld økja um sína tryggu leiðslu í Premier League. So er bara spurningurin um nakar hundur fer at renna inn á leikvøllin á Anfield. 

Premier League, 21. umfar:

(20.00) Liverpool - Sheffield United

Úrslitini í gjár:
Brigthon - Chelsea 1-1 (0-1)
Burnley - Aston Villa 1-2 (0-2)
Newcaslte - Leicester 0-3 (0-2)
Southampton - Tottenham 1-0 (1-0)
Watford - Wolves 2-1 (1-0) 
Manchester City - Everton 2-1 (0-0)
Norwich - Crystal Palace 1-1 (1-0)
West Ham - Bournemouth 4-0 (3-0)
Arsenal - Manchester United 2-0 (2-0)

Les eisini:
 
Liðini í topp-fýra stríðnum snávaðu øll
Jesus gav Ancelotti fyrsta ósigurin í Everton
Fyrsti sigurin hjá Arteta sum høvuðsvenjari veruleiki

Støðan: 
1. Liverpool (55 stig) - 19 dystir
2. Leicester (45 stig) - 21 dystir
3. Manchester City (44 stig) - 21 dystir
4. Chelsea (35 stig) - 21 dystir
5. Manchester United (31 stig) - 21 dystir
6. Tottenham (30 stig) - 21 dystir
7. Wolves (30 stig) - 21 dystir
8. Sheffield United (29 stig) - 20 dystir 
9. Crystal Palace (28 stig) - 21 dystir 
10. Arsenal (27 stig) - 21 dystir
11. Everton (25 stig) - 21 dystir
12. Southampton (25 stig) - 21 dystir
13. Newcastle (25 stig) - 21 dystir
14. Brighton (24 stig) - 21 dystir
15. Burnley (24 stig) - 21 dystir
16. West Ham (22 stig) - 20 dystir
17. Aston Villa (21 stig) - 21 dystir
18. Bournemouth (20 stig) - 21 dystir
19. Watford (19 stig) - 21 dystir
20. Norwich (14 stig) - 21 dystir



  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder