Fótbóltur

Video: Jóan Símun skoraði í botnuppgerð

KA Akureyri vann týðandi dystin móti ÍA, har føroyingurin fekk hol á við sínum øðrum máli í kappingarárinum - eisini var 34-ára gamli toftamaðurin við at skapa aðrar vandastøður og ein góður dagur hjá Edmundsson-brøðrunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-20 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KA Akureyri spæla tveir teir næstu mikudagarnar spæla í 2. umfari í Conference League - móti Silkeborg úr Superliguni.

Men liðið hjá Jóan Símuni Edmundsson hevur eisini eitt botnstríð at hugsa um í Íslandi. 

Í hesum stríði fekk KA ein lyklasigur í gjár, tá ÍA Akranes vitjaði. Bæði liðini høvdu 15 stig undan dystinum í 16. umfari - einki lið hevur færri.

Jóan Símun og KA gjørdu tó bart. Tá eitt korter var farið, varð Ingemar Stole sendur avstað í dýbdina. Men legði flatt innfyri málið hjá ÍA, framvið málverjanum. Har var Jóan Símun Edmundsson komin uppá pláss, og kastaði 34-ára gamli toftamaðurin seg fram.

Málið hjá føroyinginum - og hæddarpunktini annars - kunnu síggjast ovast ella her Jóan Símun var eisini við at skapa aðrar vandastøður

2. málið hjá toftamanninum higartil í kappingarárinum sendi KA á sigurskós, og eftir 83 minuttir økti heimaliðið til endaliga úrsltiið 2-0.

[object Object]

[object Object]
Myndir: fotbolti.net

Tað var ein góður dagur hjá Edmundsson-beiggjunum í gjár. Andrias Edmundsson spældi sín fyrsta dyst í bestu pólsku deildini. Les meira her: Andrias Edmundsson sigraði í søguligum sigri

Ein forloysandi sigur hjá KA Akureyri, sum nú er triðniðast við 18 stigum fyri 16 dystum. Tað hevur verið eitt sindur misjavnt hjá Jóan Símuni Edmundsson síðani skifti úr Norðurmakedónia, men føroyski áleyparin hevði ein góðan dag í lykladystinum - sum videobrotini vísa, var hann eisini við at skapa ein stóran møguleika og burdi kanska fingið brotsspark í aðrari støðu.

Jóan Símun hevur verið settur í sambandi við eitt summarskifti - serliga til KÍ - men sambært honum sjálvum liggur einki skifti í kortunum.

KA skal sum nevnt spæla Conference League mikudagin - í Danmark móti Silkeborg. Hin føroyingurin í bestu íslendsku deildini spælir í kvøld oddadyst: Víkingur tekur klokkan 20.15 móti Vali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder