Í kvøld savnast fimleikurin til galla. Fimleikagalla í ár er í Dansifrøi í Havn, og tað er Fimleikafelagið Ljósið, sum skipar fyri.
Fyrsta handanin hevur verið, og tað var ársins amboðsíðkari hjá kvinnum.
- Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum hevur tikið seg sera nógv fram í ár. Hon venur altíð miðvíst, er positiv og glað. Hon skapar eitt gott samanhald og gott lag í fimleikahøllini, siga fyriskipararnir.
Ársins amboðsíðkari hjá kvinnum er: Kaspara Danielsen, frá Havnar Fimleikafelag.
Aðrar handanir hava eisini verið í kvøld.
Ársins drakt (Jóan Petur á Stongunum formaður í Havnar Fimleikafelag handar. Steypið er latið av: Mikkalina-glas)
Ársins drakt er sniðgivin av Gazz design í Finlandi.
Draktin er blá, sum lýsur filmsleiklutin, Genie, frá filminum Aladdin.
Smykkurnar og sniðið á draktini ber dám av Miðeysturi, og tí dreymakenda.
Vinnarin av ársins drakt er: Gentur Fenja, frá Havnar Fimleikafelag.
Meira verður at frætta seinni í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald