
Gunnar Vatnhamar spældi fyrra hálvleik í Reykjavík í gjárkvøldið, tá Vìkingur tók ímóti Malisheva í seinna dystinum í 1. umfari í Conference League.
Leirvíkingurin varð spardur í 2. hálvleiki. Hetta tí at Víkingur var á odda heili 5-0 í steðginum.
Stórur munur var á liðnum, og tað endaði heili 8-0 til íslendska liðið, sum í fjør kom víðari úr deildarspælinum í kappingini.
Til ber at síggja málini og hæddarpunkt ovast ella her
Risastóri sigurin er íslendskt met í Evropa. Gamla íslendska metið í Evropa var seks mál.
Sigast má, at teir hjá Malisheva misti móti. Gunnar spældi á høgra bakki móti liðnum úr Kosovo. 30-ára gamli leirvíkingurin hevur 6-talið á rygginum.
Víkingur skal eisini til Balkan í 2. umfari: Albanska Vllazni er á skránni teir báðar næstu útidystirnar - fyrst í Albania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald