Hondbóltur

Video: Óli avgjørdi dystin

Óli Mittún gjørdist toppskjútti og avgjørdi við vøkrum máli í seinastu sekundunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-30 09:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

17 ára gamli hoyvíkingurin heldur fram at bergtaka sviar. Í gjárkvøldið tryggjaði hann Sävehof ein 30-29 sigur móti Lugi.

Sävehof var annars aftanfyri allan dystin, og hevði vunnið seg upp á javnt. Óli og teir fingu eitt síðsta álop, og tá tíðin sá út til at fara undan, fór ungi hoyvíkingurin avstað.

Liggjandi vatnrættur í luftini hamrandi hann bóltin í málið og tryggjaði sigurin.

Óli Mittún gjørdist toppskjútti við 9 málum. 

Sävehof liggur á øðrum plássi við 30 stigum aftaná 18 dystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder