Hondbóltur

Video: Ótrúligi sigurin hjá Óla og Sävehof

Ungi føroyski bakspælarin og liðfelagir hansara vunnu við níggju málum á Hannover-Burgdorf úr Bundesliguni. Harvið spældi Sävehof seg víðari til fjórðingsfinalurnar í European League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-03 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki so vanligt, at lið úr svensku deildini koma heilt langt í Evropa. Áðrenn í gjár var tað eisini bert komið fyri einaferð, at eitt svenskt felag hevði sligið eitt týskt út í evropeiskari kapping. Tað var í 2023 - nú gjørdi IK Sävehof tað aftur.

Liðið úr Partille var aftanfyri við fýra málum áðrenn dystin í gjár. Í steðginum í Svøríki var +4 til heimaliðið, og munurin var at enda níggju mál.

Málverjin Simon Möller hevï 14 bjaringar, og strikuspælarin Felix Møller, sum Ísak Vedelsbøl skal avloysa í summar, gjørdist toppskjútti við sjey málum.

Óli Mittún gjørdi eisini bart. 18-ára gamli hoyvíkingurin hevur ofta skorað fleiri enn tvey mál, men nummar 78 hevði nógv upplegg - millum annað fleiri flottar fríspælingar. - og føroyski landsliðsspælarin setti ferð á spælið og trýst á Bundesliga-spælararnar.

Annað málið og tvey upplegg síggjast tíðliga í videobrotinum ovast - ella HER.

Hannover-Burgdorf er í løtuni á 6. plássi í Bundesliguni. Tað er gamla felagið hjá Jóhan á Plógv Hansen, og núverandi felagið hjá høgra vonginum í Havn skal skjótt møta Sävehof. Jóhan og teir úr Flensburg-Handewitt spældu seg beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar eftir meginumfarið í European League, og neyðugt var ikki at spæla play-off, sum hjá Sävehof og Fücshe Berlin.

Les eisini: Óli og Hákun í fjórðingsfinalunum

Fyrru fjórðïngsfinalurnar í næststerkastu kappingini hjá EHF fyri lið eru 23. apríl - tær seinnu 30. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder