Fótbóltur

Video: Seks ungir lesandi føroyingar stuðla í Lettlandi

Vænti mær eitt mál frá barndómsvininum Peturi Knudsen, sigur Jóhann Gaardbo smílandi. og tippar føroyskan sigur. Runavíkingurin og vinmenninir eru jaliga bilsnir av Riga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-10 10:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin) Bíligir ferðaseðlar, ein góður møguleiki at stuðla føroyska landsliðnum, umframt at uppliva eitt nýtt stað.

Soleiðis setur Jóhann Gaardbo orð á, hví hann og fimm vinmenn í hesum døgum eru í lettiska høvuðsstaðnum.

- Tað er annars ikki eitt land, sum hevði bara komið til, so hetta er stuttligt, og eru vit jaliga bilsnir av, hvussu deiligur býurin er.

Portalurin tosaði við Jóhann og hinar tætt við miðbýin í Riga í góðveðrinum í gjárkvøldið. Helmingurin er av eystara armi á Skálafjørðinum. Ein er skálamaður, ein er argjamður og ein er klaksvíkingur. Allir eru lesandi í Danmark og vilja stuðla Føroyum.

Teir eru serliga spentir at síggja Petur Knudsen spæla. Landsliðsspælarin úr NSÍ er barndómsvinur hjá millum annað Jóhann og eisini vinmaður, fyrrverandi skúlafelagið ella fyrrverandi liðfelagið við hinar.

[object Object]Martin Williamsson Nielsen, Janus Jógvansson, Pætur Turiðarson Skipanes, Petur Sjúrður Lamhauge, Jóhann Gaardbo og Ivan Mrdalo. Teir búgva á AirBnB í lettiska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Landsliðsspælararnir hava eitt sindur av frítíð í Lettlandi. Petur Knudsen (fremst), Adrian Rúnason Justinussen og Arnbjørn Svensson hittu her áleið javngomlu áskoðararnar til ein kaffimun í gjár (Privatmynd)

Roknað verður vð einum tøttum dysti og føroyskum sigri. Jóhann, Janus, Ivan, Martin, Pætur, Petur Sjúrður verða millum tey, ið stuðla Føroyum á Skonto leikvøllinum í kvøld. Umframt teir eru nógv umboð úr føroysku feløgunum og FSF til staðar. Hesi vera á áskoðaraplássinum á Skonto leikvøllinum í kvøld.

Sí eisini:
Myndir: Landsliðið leitar eftir sterkum avriki í Lettlandi
Skulu royna eftir sigrinum í Riga
- Úrslitini koma av góðum avrikum

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar - í dag, týsdagin 10.09
17.00: Lettland - Føroyar 

Støðan:
1. Armenia 3 stig
2. Norðurmakedónia 1 stig
3. Føroyar 1 stig 
4. Lettland 0 stig 

Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum. Kringvarpið vísir dystin

Sí eisini: 
Jóan Símun Edmundsson: - Alfa og omega er at fáa Føroya fólk (Video)
Jóannes Kalsø Danielsen: - Royndirnar í Evropa eru gull verdar
Sølvi Vatnhamar: - Landsliðið hevur tørv á viðvindi og at fáa fólk við

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder