
Við 3-0 sigri á kappingarneytanum TB harðnar botnstríðið í bestu landskappingini hjá monnum.
Nicolai Møller Dohn skoraði fyrstu tvey málini, og stutt fyri leiklok økti Casper Gedsted Hansen til 3-0 til 07 Vestur.
Sí eisini: 07 Vestur vaknaði við Dohn á odda
Hetta vóru fyrstu stigini hjá 07 Vestur síðani 16. mai, og sigurin var eftir spælinum uppiborin.
Kjak hevur tó síðani stungið seg upp um, hvørt Tobias Giusti ikki átti reytt kort tíðliga í dystinum. Hetta millum annað á sosialu miðlunum, har dómarin Kári á Høvdanum eisini hevur verið úti og greitt frá, hvussu hann sá støðurnar.
Argentinin hjá 07 Vestur hevði fyrst ófantaliga takkling, har hann sá út til at glíða nakað, sum gav gult. Síðani gjørdi áleyparin eitt fríspark sum teir hjá TB eisini burdi verð gult. Síðani skifti Micheal Schjønberg Giusti út - eftir undir 20 minuttir.
Síggj samandrátt frá 07 Vestur-TB niðanfyri
Fleiri samandráttir síggjast á tv.fo her
--------------------------------------------
Betrideildin 20. umfar
Leygardagin 23. august
07 Vestur - TB 3-0 (1-0)
35' Nicolai Møller Dohn (Mikke Hyllegaard) 1-0
84' Nicolai Møller Dohn (Jóanis á Steig) 2-0
90' Casper Gedsted Hansen 3-0
07 Vestur er framvegis aftast, men munurin til Suðuroyarliðini og strikuna er tódnaður:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald