Hondbóltur

Video: Villi javnleikurin millum Svøríki og Ungarn

Flott mál, høgur inntensitetur og drama til endans í Malmö. 32-32 javnleikurin hevði undirhaldsvirði men kann kosta svium EM-hálvfinaluplássið - avgerïn fellir í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-28 09:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein stórspælandi Felix Claar og nógv flott mál vóru ikki nóg mikið hjá Svøríki. Ein sigur móti Ungarn týskvøldið var eitt krav fyri at kunna avgerða sína lagnu á seinasta degnum í miðumfarinum - í dag - men einki skilti partarnar eftir 60 minuttir í Malmö.

Les meira um dystin og støðuna í bólkinum her: 
Svenskur skelkur: Kunnu ikki longur avgerð EM-lagnuna sjálvir

Móti endanum kundi Andreas Palicka skora til 33-32, men royndi málverjin rakti ikki tóma ungarska málið - hetta sæst móti endanum av videobrotinum.

Tað, sum ikki sæst so væl á almennu hæddarpunkunum, er, Ungarn átti brotskast. Parturin av øðrum fótinum hjá Hampus Wanne - í øllum førum hælurin - er inni í feltinum, tá Zoltán Szita roynir at loypa ígjøgnum. Ístaðin vað álopsfeilur dømdur, og ungarska hálvfinaluvónin hvarv av álvara.

Sí hæddarpunkt ovast ella á youtube-rásini hjá EHF.


Sí støðuna í bólkinum niðanfyri - Svøríki skal vinna á Sveis í kvøld men hava hjálp frá Slovenia ella Ungarn áðrenn

EM-miðumfar 2026
Bólkur 2 - Malmö:

4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 28. januar
14.30: Slovenia - Ísland (RÚV, TV2 Play/TV2 Sport)
17.00: Kroatia - Ungarn (RÚV, TV2 Play/TV2 Sport X)
19.30: Sveis - Svøríki  (TV2 Play/TV2 Sport)

Støðan:

1. Kroatia 6 stig
2. Ísland 5 stig *
--------------------
3. Svøríki 5 stig *
4. Slovenia 4 stig
5  Sveis 2 stig **
6. Ungarn 2 stig **

* Ísland er betri enn Svøríki innanhýsis og liggur harvið tí at koma víðari í løtuni
** kunnu ikki koma víðari



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder