Fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá monnum vórðu leiktar í gjárkvøldið, og har var stórur munur á, hvussu nógvur spenningur var í.
Í Vestmanna vóru tvey tíðarskeið, har heimaliðið av álvara gjørdi hol í sjógvin. Frá tí at tað varð 8-7 í 19. minutti, økti VÍF um munin við fimm málum áðrenn steðgin. Innan tíggju minuttir í 2. hálvleiki - frá 6. minutti til 15. minutti - skoraði heimaliðið sjey mál á rað. Harvið gjørdist munurin heili 14 mál - 10 mál vóru á muni við seinasta bríksl - og nú snýr tað seg um hjá Neistanum at reisa seg til 2. páskadag, tá VÍF vitjar. Sum verða man gekk Filip Jojic á odda hjá vestmenningum í gjár við ellivu málum, og Mladen í málinum fekk í løtum heilt tarnað neistamonnum.
Í Kollafirði gjørdist Pætur Thomsen stóra hetjan hjá H71. Vongurin skoraði níggju mál - harímillum tað avgerandi í dystinum.
Í fyrra hálvleiki var H71 meira á odda, og í 12. minutti í 2. hálvleiki varð 17-20. Men KÍF vendi dystinum, og tá fimm minuttr vóru eftir, var støðan 25-23. H71 fekk javnað aftur - tvær ferðir - men í seinasta minutti hevði heimaliðið møguleikan at avgera dystin. Men Ári Dam bjargaði, H71 fekk bóltin, og tók timeout. Beint yvir tíggju sekund vóru eftir, og tað endaði við, at Pætur Thomsen royndi seg úr spískum. Tað eydnaðist, og harvið hevur H71 fyrimunin. Um tað eydnast hjá hoyvíkingum at vinna ella spæla javnt á heimavølli leygarkvøldið, so er liðið í finaluni - KÍF skal vinna
Fyrstu FM-hálvfinalurnar í Burndeildini
31. mars
VÍF - Neistin 35-25
Toppskjútti: Filip Jojic 11 mál
Myndir: VÍF - Neistin
KÍF - H71 26-27 (14-14)
Toppskjútti: Pætur Thomsen 9 mál
Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar á hendan hátt:
Leygardagin 3. apríl klokkan 20
H71 - KÍF
Mánadagin 5. apríl (2. páskadag) klokkan 19
Neistin – VÍF
Møguligar triðju hálvfinalurnar verða leiktar mikukvøldið (7. apríl)
Fyrru hálvfinalurnar í niðara endaspælinum vórðu eisini leiktar í gjárkvøldið:
Kyndil - StÍF 26-30 (13-13)
Toppskjútti: Bjarni Selvindi 11 mál
Team Klaksvík - H71 2 34-24 (18-17)
Toppskjútti: Vilhelm Vilhelmsen 7 mál
Næstu hálvfinalurnar verða leygardagin
Hondbóltur
VÍF og H71 eru eitt fet frá finaluni
Favorittarnir sigraðu í gjárkvøldið. VÍF vann stórsigur á heimavølli móti Neistanum - H71 vann í seinastu løtu í Kollafirði.
Filip Jojic skorað ellivu ferð í tíggju-máls sigrinum hjá VÍF í hálvfinaluni móti Neistanum (Mynd: Sverri Egholm)
2021-04-01 10:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald