2024-04-26 10:49
Longd leiktíð skuldi til fyri at finna ein vinnara í bronsudystinum millum Neistan og VÍF í landskappingini hjá kvinnum í gjárkvøldið.
VÍF-kvinnurnar fekk eitt plástur uppá sárið eftir at verða soraðar av Kyndli í hálvfinalunum.
Tá 60 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 32-32 og neyðugt var við longdari leiktíð. Í longdu leiktíðini leikaði javnt á, og tað var ikki fyrr enn 13 sekund vóru eftir, at Fríða Nolsøe Olsen avgjørdi fyri VÍF.
Vestmannakvinnur fingu bronsuna við úrslitinum 38-37.
Fyrsta FM-finalan millum Kyndil og StÍF verður á Hálsi í Havn sunnudagin 28. apríl klokkan 17. Spælt verður best av fimm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald