Leygardagin vóru seinastu dystirnir í grundspælinum í fremstu hondbóltskappingunum á skránni.
Í SMS-deildini var alt greitt áðrenn seinasta umfar, í mun til endaspælið. Kyndil vann grundspælið greitt, meðan Neistin hevði tryggjað sær 2. plássið. Hesi geva beinleiðis hálvfinalupláss.
StÍF tók 3. plássið mikukvøldið og sendi samstundis H71 niður á 4. plássi. VÍF og EB høvdu eisini fingið hvør sítt endaspælspláss. Í síðsta umfarinum vann júst VÍF stórt á EB - hjá StÍF og Neistan gjørdist talan um stórsigrar á ávíkavist Stjørnuni og VB, Kappingarnar hjá hesum báðum síðstnevndu feløgunum er av.
Endastøðan í grundspælinum hjá kvinnum:
(Skýggjamynd: HSF)
Fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini:
StÍF - EB
H71 - VÍF
Dystirnir verða spældir eftir landsliðssteðgin, sum hesa vikuni. Bert ein dystur er - Neistin og Kyndil koma inn til hálvfinalurnar, har tað er best av trimum.
Alt yvirlitið hjá kvinnum sæst her
Hjá monnum var alt annað enn fyrsta plássið avgjørt. Tað gevur ávísar fyrimunir, og hóast H71 lá á 1. plássinum undan umfarinum, so fór VÍF avstað við tí.
Hetta var tí at Kyndil vann spennandi dyst á H71, meðan VÍF vann meira greitt á KÍF.
Bæði VÍF og H71 fáa frí til fjórðingsfinalurnar næsta vikuskifti. Har er lagt upp til spennandi dystir á Hálsi. Kyndil skal spæla móti StÍF, ið vann greitt á Team Klaksvík í síðsta umfari. Neistin og KÍF bresta saman í hinari 1/4-finalunum; eins og í steypahálvfinalunum.
Endastøðan í grundspælinum hjá monnum:
(Skýggjamynd: HSF)
Fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini:
Kyndil - StÍF
Neistin - KÍF
Dystirnir verða spældir um vikuskifti - helst báðir sunnudagin 7. apríl. Bert ein dystur er. H71 og VÍF koma inn til hálvfinalurnar, har tað er best av trimum.
Alt yvirlitið hjá monnum sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald