Hondbóltur

VÍF vann triðju finaluna

Í ganginum í Vestmanna vann heimaliðið triðju finaluna millum VÍF og H71 við úrslitinum 28-26. Javnt var gjøgnum allan dystin.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-17 18:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fegnir vestmenningar aftaná triðju FM-finaluna hjá monnum í Ítróttarhøllini í Vestmanna seinnapartin. VÍF vann finaluna 28-26 móti H71.

Hetta var triðja finalan, og støðan er nú 2-1. VÍF skal nú bara vinna eina finalu afturat fyri at tryggja sær meistaraheitið, meðan brekkan er eitt sindur tyngri hjá H71, nú teir skulu vinna tvær finalur.

Dysturin í dag var líkur dystinum mikukvøldið, tá liðini máttu út í longda leiktíð. Liðini vóru jøvn og skoraðu bæði nógv mál. Støðan í hálvleikinum var 17-15 til hoyvíkingar, sum vóru eitt vet betri í fyrra hálvleiki.

VÍF kom betri út til seinna hálvleik, meðan tað ikki riggaði líka væl hjá H71. Tá nakrir minuttir vóru eftir komu vestmenningar á odda við tveimum málum. H71 megnaði ikki at koma afturíaftur, og VÍF vann dystin við tveimum málum 28-26.

Sostatt kunnu vestmenningar avgera alt mikudagin, tá fjórða FM-finalan verður leikt í Hoyvíkshøllini. Hinvegin kunnu hoyvíkingar halda lív í FM-vónini við at vinna mikudagin, og síðani aftur næsta leygardag.

Triðja FM-finalan hjá kvinnunum verður bríkslað í gongd í Høllini á Hálsi klokkan 19. Eins og hjá monnunum, er 1-1 í finalusigrum undan hesari triðju finaluni.

VÍF - H71 28-26 (15-17)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder