Fótbóltur

Víkingarnir vaknaðu tíðliga og eru farnir undir veitsluna

Brandbilar og larmur vaktu íbúgvarnar í Eysturkommunu, og frá klokkan 11 hevur stór upphiting verið í Bovlinghøllini í Leirvík. Sí nakrar myndir her:.

Nógv í ljósabláum og nógv sum fingu andlitsmáling

Nógv í ljósabláum og nógv sum fingu andlitsmáling

2024-10-26 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstbesta liðið hjá monnum fekk gullkrónur og steyp handað í Sarpugerði í gjárkvøldið. U17 dreingirnir fingu sítt steyp handað í Hoyvík fyrrapartin, og seinnapartin er seinasta umfar og steypahandan hjá Betri-monnum á skránni í Sarpugerði. Hetta, og alt kappingarári sum heild, verður hátíðarhildið í Eysturkommunu í dag.

Sí eisini: - Ljósabláa hjartað bankar harðliga fyri tíðina

Byrjað var stutt eftir klokkan 9 í Syðrugøtu tá brandbilar við "Víkingum" í koyrdu runt og vaktu fólk. Hetta varð eisini gjørt í Gøtugjógv, Norðragøtu og í Leirvík. Talan er um siðvenju, ið Víkingar vanliga nýta til steypafinalur.

Stutt eftir klokkan 11 byrjaðu fólk at floyma inn í bovlinghøllina í Leirvík. Har var stórt upphitingartiltak. Eysturkommuna bjóðaði pitsa, kaffi, køkur og nógv annað. Eisini var møguleiki fyri andlitsmálum og fyri at spæla ymisk spøl

Í løtum vóru øll hølini á tremur við fólki. Síðstu tímarnar eru nógv fólk komin og farin, harav nógv í ljósabláum. Lagið er sum vera man sera gott. Tá ið vit spurdu í køkinum, høvdu tey ikki talið á, hvussu nógvar pitsur tey høvdu gjørt.

Nú eru fólk til reiðar at heiðra sínum spælarum í Sarpugerði. Eftir dystin móti 07 Vestur, klokkan 14, fáa víkingarnir nýggja FM-steypið handa og gullkrónur um hálsin. Síðani verður stórfingin veitsla fyri øll í víkingahúsinum.

Samrøður harfrá seinni

Nakrar myndir úr Leirvík niðanfyri:

[object Object]
Tað regnaði tíðligaí morgun, men út móti middegi sleit í,og tað lýsnaði. Torført var at fáa parkeringspláss 

[object Object]Nógv fløgg - og nógv fólk

[object Object]Nóg mikið av mati og drekkivørum - og nógv prát

[object Object]Søla av fjepparalutum - móti endanum var nógv uppi 

[object Object]
Nógv børn og vaksin í bláum og tey, sum gjørdu andlitsmáling, høvdu úr at gera 

[object Object]Torført var at fáa sitipláss í løtum, tí so nógvir eysturbúgvar vóru til staðar 

[object Object]Tað lýsti sjálvandi ljósablátt yvir bovlingbanunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder