Víkingur hevur spælt fleiri dystir enn liðini rundanum - ein, tveir, ella tríggjar - men um hugt verður eftir stigunum, sum liðið úr Eysturkommunu hevur, so er tað framvegis við í stríðnum um evropeisku plássini. 2. plássið gevur heilt víst Europa League-pláss, og triðja plássinum sum kann geva evropeiska luttøku. Eftir 4-1 sigurin á AB í Sarpugerði í kvøld hevur Víkingur ávíkavst fýra og trý stig upp til hesi plássini. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur dystir eftir móti øllum liðunum rundanum seg.
Les eisini:
Víkingur - AB útsettur
Vindurin órógvar í Norðragøtu
Dysturin skuldi upprunaliga spælast fyri viku síðani, men seks leikarar hjá AB, ið ganga á Glasi, vóru í sóttarhaldi, og tí varð uppgerðin útsett. Í kvøld byrjaði hon 15 minuttir ov seint, orsakað av nógva vindinum ið var beint áðren klokkan 18.
Víkingur setti seg á dystin frá byrjan og skoraði trý mál í fyrra hálvleiki. Tey komu innan 15 minuttir - framanundan hevði heimaliðið havt onkrar góðar støður. Tá 25 minuttir vóru leiktir, legði Sølvi Vatnhamar eitt vandamikið horna inn úr vinstru, og við aftaru stong stútaði bróðurin, sum aftur í dag spældi í miðverjuni, bóltin í málið. Sølvi kom sjálvur á máltalvuna í 39. minutti. Leirvíkingurin varð takklaður í brotsteignum hjá AB og var sera tryggur úr ellivu metrum. Tveir minuttir seinni "gav" AB Víkingi enn í málið. Ikki tí, 16-ára gamli Olaf Bárðarson, ið byrjaði inni á fyrsta sinni, jagstraði væl, men Silas Eyðsteinsson alveraði bóltin til kantspælaran, ið hugsaði skjótt og lyfti bóltin uppum AB-málverjan.
Olaf Bárðarson hevur gjørt um seg við 1. deild í ár og fekk í summar sín fyrsta sáttmála við banrdómsfelagið. Nú hevur hann fingið sítt fyrsta mál á besta liðnum (Mynd: Víkingur)
Í 2. hálvleiki kom eitt sindur meira lív í AB. Fyri stegðin hevði útiliðið havt nakrar góðar frísparksstøður, men Dánjal Reginsson fekk ikki so nógva góðsku á tey innleggini í kvøld. Miðskeiðis í 2. hálvleiki gjørdist Adeshina Lawal fyrst púra fríur í Víkinga-brotsteignum, men fyrrverandi liðfelagið hansara Elias Fagrá bjargaði væl. Tveir minuttir seinni rakti Jasper van der Heyden tvørtræðið, men í 77. minutti sendi belgiski leikarin eitt frísparksinnlegg úr vinstru. Hans Jákup Anfinnson var púra fríur og fekk akkurat snittað bóltin víðari.
Sigurin hjá Víkingi kom tó ongantíð í vanda, og í yvirtíðini gjørdi Bjarni Skála sjálvmál. Hetta var fjórði sigur út av fýra møguligum hjá Jóhan Peturi Poulsen sum oddamanni hjá Víkingi - tann sjeyndi á rað hjá liðnum sum nú hevur frí heilt til 18. oktober. AB tekur ímóti NSÍ sunnudagin.
Betrideildin 21. umfar
30.09 - útsettur frá 23.03
18.00: Víkingur - AB 4-1 (3-0)
26' Gunnar Vatnhamar 1-0
39' Sølvi Vatnhamar (br.) 2-0
41' Olaf Bárðarson 3-0
77' Hans Jákup Anfinnson (Jasper van der Heyden) 3-1
90' Sjálvmál
Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L) (46' Noah Mneney) Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Bogi Reinert Petersen (64' Aron Jarnskor Ellingsgaard), Arnbjørn Svensson - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (64' Andreas Lava Olsen), Finnur Justinussen
AB (4-2-3-1): Silas Eyðsteinsson - Dánjal Reginsson, Tróndur Jóannesarson á Høvdanum (46' Sørin Nygaard Samuelsen), Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Jákup Pauli Breckmann (46' Ári Arge), Rógvi Nónsgjógv Poulsen - Gilli Róason, Jesper van der Heyden, Bjarki Nielsen - Adeshina Lawal (75' Hans Jákup Anfinnson)
Støðan
1. HB 55 stig (21 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir)
3. NSÍ 47 stig (21 dystir)
4. Víkingur 44 stig (22 dystir)
5. B36 40 stig (19 dystir)
6. ÍF 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 20 stig (22 dystir)
8. TB 14 stig (22 dystir)
9. AB 7 stig (21 dystir)
10. Skála 3 stig (21 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald