Fótbóltur

Víkingur í hálvfinaluni

Við 3-2 sigri móti ÍF í Fuglafirði vann Víkingur seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-30 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við brotssparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kom spenningur í seinastu minuttirnar í Fløtugerði, har Víkingur var á grannavitjan hjá ÍF.

Bogi Reinert Petersen brendi annars brotssparkið í fyrsta umfari, men av tí at Bárður á Reynatrøð ikki stóð á linjuni tá skotið varð, fekk ÍF møguleikan at skjóta einaferð afturat. Tá var Bogi Reinert Petersen tryggur og minkaði um munin til 3-2.

Tað komu kortini ikki fleiri mál, og áskoðararnir úr Leirvík og Gøtu kundu fara glaðir heim aftur.

Fyrsta korterið av dystinum vóru fuglfirðingar grammari, og tað gav úrslit tá átta minuttir vóru leiktir, tá Uros Stojanov legði heimaliðið á odda 1-0. Gleðin var heldur stokkutt, og góðar tíggju minuttir seinni javnaði Jákup Johansen, og smáar tíggju minuttir eftir hetta legði málfarligi Andreas Lava Olsen gestirnar á odda 2-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Stutt inn í seinna hálvleik økti Jákup Johansen um leiðsluna hjá Víkingum, og legði gestirnar á odda 3-1, og alt tyktiskt avgjørt. Sum nevnt eydnaðist tað heimaliðnum at fáa eitt sindur av spenningi í til síðst, men tað gekk ikki hjá ÍF, sum má ynskja grannunum tillukku við hálvfinaluplássinum.

[object Object]Nógvir áskoðarar í góðveðrinum í Fløtugerði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir frá dystinum síggjast her

Hetta var triðja fjórðingsfinalan. NSÍ og EB/Streymur hava vunnið hinar báðar, meðan fjórða fjórðingsfinalan verður beint eftir landsliðssteðgin, 9. juni. Orsøkin til útsetingina, er at HB-hópurin er í sóttarhaldi.

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 18. august og tær seinnu 2. oktober.

ÍF - Víkingur 2-3 (1-2)
8’ Uros Stojanov 1-0
21’ Jákup Johansen 1-1
31’ Andreas Lava Olsen 1-2
50’ Jákup Johansen 1-3
90’ Bogi Reinert Petersen 2-3 (br.)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder