Fótbóltur

Víkingur og KÍ fingu eitt stig í part

Úrslitið gjørdist 0-0, tá greipuvinnararnar hittu kvinnurnar hjá Víkingi í gjárkvøldið – Bæði liðini liggja nú á odda í Betri Deildini við fýra stigum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-27 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað endaði við javnleiki, tá Víkingur hitti greipuvinnararnar í Sarpugerði í gjárkvøldið í 2. umfari av Betri Deildini hjá kvinnum.

Hóast fleiri málmøguleikar hjá bæði Víkingi og KÍ, eydnaðist tað ikki at fáa nakað mál ígjøgnum, og endaði dysturin sostatt 0-0.

KÍ og Víkingur liggja í løtuni fremst í kappingini við fýra stigum í part. Síðani koma HB og EBS/Skála bæði við trimum stigum. Enn er tað ikki blivið til nakað stig hjá hinum liðunum.

Seinnapartin verða tveir dystir á skránni. Tá hittast EBS/Skála og 07 Vestur á Skála, og AB/B71 og NSÍ hittast á Sandi.

Sunnudag seinnapart hittast HB og B36 í Gundadali.

Skráin fyri vikuskiftið sær soleiðis út:

Leygardagin 27. mars
13.00: EBS/Skála - 07 Vestur
15.00: AB/B71 - NSÍ

Sunnudagin 28. mars
14.00: HB - B36

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder