Fótbóltur

Víkingur og KÍ spæla týsdagin klokkan 17

Kappingarnevndin hevur ásett hetta útfrá veðurforsagnunum komandi dagarnar.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-05 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað áðrenn fyrsta bríksl skuldi verða í Sarpugerði, varð avgerð tikin um, at dysturin ikki fór at verða leiktir í dag.

Les eisini: Eingin dystur í Sarpugerði í dag

Nógvir vindur var í Norðragøtu, og Eiler Rasmussen segði, at bólturin fekst ikki at liggja stillur. Umboð frá liðunum vóru eisini samd við avgerðina. Hetta er komið fram í samrøðum við FM1 og Norðlýsinum. 

Spurningurin var so, nær dysturin skuldi leikast, og nú hevur Kappingarnevndin hjá FSF tikið avgerð. Róin Schrøter hevur váttað, at dysturin verður leiktur týsdagin klokkan 17.00. Hetta hóskar best í komandi døgunum útfrá vegurforsøgnunum, og FSF ynskir at fáa avgreitt dystin skjótast gjørligt.

Víkingur - KÍ kann fáa sera stóran týdning - serliga fyri stríðið um FM. Í løtuni er B36 á veg móti oddasessinum.

Dystarásetingin ger, at teir leikararnir á teimum báðum liðunum, sum eru á landsliðnum, ikki fáa eins nógv hvíld og aðrir. Landsliðið skal tó ikki møta inn fyrrenn týsdagin klokkan, so hetta ávirkar ikki fyrireikingar nógv. Tó liggur dysturin júst sama tíðspunktið sum dysturin millum A-landsliðini hjá Føroyum og Noreg hjá kvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder