Fótbóltur

Víkingur setti HB uppá pláss

Tveir 5-1 sigrar í bestu kvinnudeildini í dag. Víkingakvinnur eiga nú fyrsta pláss einsamallar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-25 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við knúsandi 5-1 sigri móti HB, sum undan umfarinum hetta vikuskifti lá á einum deildum fyrsta plássi við Víking, eru víkingakvinnur nú einsamallar á fyrsta plássi í Betri deildini hjá kvinnum.

Støðan í hálvleikinum var 3-1 til Víking, og í seinna hálvleiki øktu tær ljósabláu upp í 5-1, millum annað við brotssparki. Rúna Jacobsen skoraði einasta málið hjá HB í dystinum.

Í Gundadali var felagsliðið AB/B71 á vitjan hjá B36. Tann dysturin kom í fokus orsakað av nógv umrødda liðskiparabandinum hjá Olgu Kristinu Hansen, sum hon hevði á í dag hóast trýst frá FSF um at slík útgerð við politiskum boðskapi ikki skal nýtast.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Olga Kristina helt fast við ælabogalitta bandið

Tað tók kortini einki frá dystinum, og sum vænta vann B36 móti uppflytarunum, sum hevur torført við at fáa stig. Heimaliðið var á odda 3-0 í hálvleikinum, og økti við tveimum málum í seinna hálvleiki. Fridrikka Clementsen pyntaði um úrslitið fyri AB/B71 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. 5-1 til B36.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tveir dystir vórðu leiktir í gjár. KÍ vann 5-2 móti 07 Vestur, og legði seg fyribils á fyrsta pláss við 11 stigum. NSÍ tók ímóti EBS/Skála, og heimaliðið vann trygt 3-1.

5. umfar

Víkingur - HB 5-1 (3-1)
22' Hanna Isaksen 1-0
28' Jens Tórolvsdóttir 2-0
35' Rúna Jacobsen 2-1
45' Hanna Isakasen 3-1
54' Jensa Tórolvsdóttir 4-1
71' Maibritt Olsen 5-1 (br.)

B36 - AB/B71 kvinnur 5-1 (3-0)
31’ Lív Rúnadóttir 1-0
36’ Emma Hansdóttir 2-0
45’ Lív Rúnadóttir 3-0
47’ Jacoba Langgaard 4-0
79’ Emma Hansdóttir 5-0
90’ Fridrikka Clementsen 5-1

KÍ - 07 Vestur 5-2 (4-1)
5’ Hervør Olsen 1-0
26’ Margit M. Kwao 1-1
37’ Hervør Olsen 2-1
41’ Hervør Olsen 3-1
44’ Tóra Mohr 4-1
52’ Tóra Mohr 5-1
64’ Margit M. Kwao 5-2

NSÍ - EBS/Skála 3-1 (2-0)
7’ Heidi Sevdal 1-0
45’ Ansy Sevdal 2-0
58’ Laila Pætursdóttir 3-0
65’ Lea Lisberg 3-1

Støðan í Betri deildin kvinnur

1. Víkingur (13 stig)
2. KÍ (11 stig)
3. HB (10 stig)
4. EBS/Skála (7 stig)
6. B36 (7 stig)
5. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder