Fótbóltur

Víkingur og B36 skulu nú taka av

Víkingur kann skapa eina frástøðu á trý stig niður til HB undan oddabrakinum hóskvøldið. Til tess krevst heimasigur á EB/Streymi klokkan 17. B36 - Skála byrjar eisini tá.

Geza Turi og liðfelagarnir kunnu fara nakað frá HB í tætta FM-stríðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Geza Turi og liðfelagarnir kunnu fara nakað frá HB í tætta FM-stríðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-29 10:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð í 15 vikur - og eftir samanlagt 15 sigrar á rað - tapti HB í gjár ein fótbóltsdyst. Hetta var á Toftum, har B68 loypti hvøkk á fótbóltsføroyar og tók seg uppum niðurflytingarstrikuna.

Les eisini: 
Fyrsti ósigur hjá HB í yvir tríggjar mánaðar
HB snávaði á Svangaskarði 

Seinast Sormani og hansara menn taptu, var í Sarpugerði 15. mars. Í dag kann Víkingur syrgja fyri, at frástøðan til HB verður trý stig - áðrenn liðini aftur hittast í Sarpugerði hósdagin.

EB/Streymur vitjar klokkan 17. Í mun til víkingarnar, so kunnu teir hjá EB/Streymi als ikki fegnast um úrslitið á Toftum í gjárkvøldið. Tað merkir, at EB/Streymur nú er undir strikuni og hevur trý stig upp til B68.

Tað er ikki nógv, ið bendir á, at EB/Streymur fær stig í Sarpugerði. Víkingur hevur vunnið fimm landskappingardystir á rað síðani tapið í Klaksvík, bert latið eitt mál inn og hevur rímiliga nógvar streingir at spæla á. Seinastu árini hava teir úr Eysturkommunu eisini havt takið á EB/Streymi, tó at tað endaði 1-2 í Sarpugerði tíðliga í 2022. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur eisini víst, at tað kann spæla tættar dystir móti øllum.

[object Object]EB/Streymur jagstrar nú B68, ið hevur vunnið tveir dystir og fingið ein javnleik hendan mánaðin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað at niðurflytingarstrikan hevur hug at "flyta seg uppeftir" kann ávirka Skála. Liðið hjá Paula Poulsen hevur fingið nakrar góðar sigrar í ár men kann ikki kenna seg heilt trygt enn, og mikukvøldið vitjar júst B68.

Í dag vitja teir appelsinlittu B36. Av tí at NSÍ tapti dramatiska dystin móti KÍ í gjár, kann B36 nú nærkast NSÍ. Fimm stig skilja liðini í løtuni. Magne Hoseth hevur higartil megnað at fingið ein sigur og finalupláss í steykappingini (TB), umframt smalan og "seinan sigur" í Fuglafirði. Serliga verjukenda spælið hjá B36 skal betrast - í kvøld er ein sigur eitt krav hjá heimaliðnum í Gundadali.

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

Betrideildin menn, 15. umfar
Í dag, leygardagin 29. juni

17.00: 
Víkingur - EB/Streymur
B36 - Skála

Í gjár, fríggjadagin 28. juni
B68 - HB 1-0 (1-0)
27' Bartal Páll Klein 1-0

Les eisini: 
Fyrsti ósigur hjá HB í yvir tríggjar mánaðar
HB snávaði á Svangaskarði 

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
83' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
90+5' Árni Frederiksberg 1-2

Les eisini: KÍ avstað við øllum í Runavík

Í morgin, sunnudagin 30. juni
15.00: 07 Vestur - ÍF

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 39 stig
2. HB 39 stig*
3. KÍ 33 stig *
4. NSÍ 25 stig *
5. B36 20 stig
6. 07 Vestur 18 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig*
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder