Fótbóltur

Víkingur skal til Litava ella Norðurírlands

Føroyameistararnir taka ímóti Zalgiris ella Linfield í 3. umfari Conference League 7. august.

Víkingur er úti av Champions League men skal spæla Conference League í august (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur er úti av Champions League men skal spæla Conference League í august (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-21 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá man rýkur út úr 1. umfari í Champions League, fær man ein eyka møguleika í Conference League.

Víkingur var annað av liðnum úr Champions League, sum trekti fríumfar í 2. umfari í Conference League. Tí spæla føroyameistararnir ikki í hesari vikuni ella evropeiskt í næstu viku.

Víkingur kemur inn í Conference League í 3. umfari, og fyri lítlari løtu síðani var lutakastið til Champions Path í hesari kappingini.

Har gjørdist greitt, at liðið tekur ímóti Zalgiris ella Linfield í 3. umfari Conference League 7. august á Tórsvølli.

Vikuna eftir skulu víkingarnir av landinum - til høvuðsstaðin í Litava ella til høvuðsstaðin í Norðurírland.

Hetta veldst um, hvør vinnarin verður, tá Zalgiris Vilnius og Linfield úr Befast bresta saman í hesari vikuni og í næstu vikuni.

Conference League 3. umfar:

Týsdagin 7. august: Víkingur - Zalgiris/Linfield (skal spælast á Tórsvølli tá tað er Q3)

Týsdagin 14. august: Zalgiris/Linfield - Víkingur (Í Vilnius ella Belfast)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder