Undan dystinum í kvøld, høvdu Víkingakvinnur ikki tapt ein dyst higartil í ár, men hesari gongdini steðgaðu tær á EBS/Skála á heimavølli.
Einki mál kom í seinna hálvleiki, men malið, sum Rakul Magnussen eftir hornaspark við høvdinum setti í netið í 81. minutti, var avgerandi, og tryggjaði EBS/Skála sigurin og trý stig.
EBS/Skála fer sostatt fyribils framvið HB á stigatalvuni og leggur seg á triðja pláss við 13 stigum, ájavnt við Víking. Víkingakvinnur hava tó spælt ein dyst færri, tí dysturin móti 07 Vestur í síðstu viku varð útsettur orsakað nógvum vindi í Norðragøtu.
Í morgin er aftur dystur í bestu kvinnudeildini, tá NSÍ er á vitjan hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági. Hósdagin fara HB-kvinnur út á Argir at spæla ímóti AB/B71 og B36 tekur ímóti oddaliðnum KÍ á Tórsvølli.
EBS/Skála-Víkingur 1-0 (0-0)
81’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-0
Aðrir dystir hetta umfari
07 Vestur - NSÍ (Mikudagin 12. mai 19:00)
AB/B71 - HB (Hósdagin 13. mai 15:00)
B36 - KÍ (Hósdagin 13. mai 15:00)
Støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ 14 stig (6 dystir)
2. Víkingur 13 stig (6 dystir)
3. EBS/Skála 13 stig (7 dystir)
4. HB 10 stig (6 dystir)
5. NSÍ 9 stig (6 dystir)
6. B36 7 stig (6 dystir)
7. 07 Vestur 3 stig (5 dystir)
8. AB/B71 0 stig (6 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald