Hondbóltur

Vilhelm heiðraður í Fram

Kosin besti leikari á liðinum hetta kappingarárið.

Vilhelm Poulsen í dysti fyri landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen í dysti fyri landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-09 08:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur rættiliga væl hjá føroyska hondbóltsleikaranum, Vilhelm Poulsen, sum í fjør flutti úr H71 í Hoyvík til Íslands at spæla í bestu deildini har fyri felagið Fram í Reykjavík.

Í sambandi við at kappingarárið í hondbólti er um at vera liðugt, var hugnaløta í Knattspyrnufelagnum Fram, og í hesum sambandi var føroyski bakspælarin korin besti maður á liðnum hjá Fram hetta kappingarárið.

Ein annar føroyingur, strikuspælarin Rógvi Dal Christiansen, spælir eisini við Fram. Teir skrivaðu báðir tvey ára sáttmála við íslendska felagið í fjør.

[object Object]
Vilhelm Poulsen, nr. tvey frá vinstru - ársins spælari í Fram


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder