Leygardagin varð niðurflytingin hjá Lemvig-Thyborøn staðfest við tapi í Aalborg.
Sí eisini: Liðið hjá Vilhelmi flytir niður
Hetta kappingarárið hevur Vilhelm Poulsen verið einasti føroyingur í fremstu donsku mansdeildini. Næsta ár verður hann ikki at síggja har við Lemvig-Thyborøn, men niðurflytingin nýtist ikki at merkja, at Vilhelm ikki fer at spæla á slíkum stigi.
Portalurin hevur verið í samband við føroyska landsliðsbakkin, sum váttar, at áhugi er fyri honum ymsastaðni frá. Her er talan um feløg úr Danmark og úr øðrum londum.
Vilhelm kann tí ikki siga meira ítøkiligt nú, men alt bendir á, at 24-ára gamli hoyvíkingurin fer at skifta felag skjótt.
Persónliga var talan um eitt fínt kappingarár hjá Vilhelmi Poulsen. Hann hevur nú verið skaðafríur og vísti seg heilt væl fram til EM-endaspælið í januar: Serliga sum verjuspælari og millum annað hansara evni at dekka "2'ari" vekja áhuga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald