Í dag venur A-landsliðið fyri aðru ferð á Malta. Eins og í gjár byrjar venjingin 10.30, og eins og í gjár verður vant á Hibernians leikvøllinum í Paola.
Mynd: Sverri Egholm
Les eisini: Fjølbroytt fyrsta venjing í sólini á Malta
Talan er um ein góðan vøll. Í dag fyrigongur tað seg undir meira gráum skýggjum og við meira vindi í býnum við áleið 8.000 áskoðarum. Tað er tó framvegis lýtt, og sólin hevur hug at kaga fram
Mynd: Sverri Egholm
Sí fleir myndir frá fyrstu venjingini her
Í gjár bendi venjingin á eina ávísa uppstilling; spurningurin er, um hetta gerst týðiligari í dag, nú tað nærkast til dystin, ið verður leygardagin.
Dystur nummar 50 hjá Atla og Gunnar
Leikararnir tykast væl fyri og eru glaðir fyri umstøðurnar og fyri at vera saman aftur. Hallur Hansson og Heini Vatnsdal vóru ikki við alla venjingina í gjár. Leikararnir, ið báðir til dagliga spæla í Danmark, darvast við snuddir.
(Hallur Hansson saman við læknanum, Djóna Joensen - Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Video: Toftamaðurin í Bielefeld fegnast um at tosa føroyskt aftur
Fótbóltur
Vindur og venjing í morgun á Malta
Veðrið er ikki heilt ólíkt tí føroyska, tó at tað er væl lýggjari í luftuni, nú føroyska landslið venur fyri aðru ferð í Miðjarahavinum.
Førosyka liðið venur aftur á vøllinum hjá Hibernians í dag (Mynd: Sverri Egholm)
2019-03-20 08:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald