Fótbóltur

Vinicius Junior sigur Spania er rasistiskt

Brasilska stjørnan hjá Real Madrid talar at, tí hann áhaldandi verður útsettur fyri ágang.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-23 11:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanska løgreglan hevur handtikið fýra persónar fyri eina hending, sum snýr seg um brasilsku fótbóltsstjørnuna Vinicius Junior, ið spælir fyri Real Madrid, og sum hendi í januar.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan frá sponskum løgreglukeldum í dag.

Handtøkan hendir tveir dagar eftir, at sami Vinicius Junior kendi seg útsettandi fyri rasistiskan ágang undir útidystinum móti Valencia sunnudagin. Ein dystur, sum Valencia vann 1-0.

Hendingin hevur skapt harma bæði í Spania og uttan fyri Spania. Eitt nú valdu kirkjuligu myndugleikarnir, sum hava ábyrgdina fyri stóru Kristus-standmyndini á Corcovado-fjallinum í Rio de Janeiro at sløkkja ljóskastararnar í ein tíma í gjárkvøldið í samhuga við Vinicius Junior.

Tær fýra handtøkurnar, sum nú eru gjørdar, eru fyri eina hending síðst í januar, tá ein dukka, sum ímyndaði Vincius Junior, hekk frá hálsinum av eini brúgv í Madrid undan grannadystinum hjá Real móti Atlético Madrid.

Sunnudagin kendi Vinicius Junior seg so útsettan fyri rasistisk róp frá áskoðarunum, at hann í eini dagføring á sosialu miðlunum kallaði Spania fyri eitt land fólkað við rasistum.

Heima í Brasil hevur hann fingið stuðul frá sjálvum Lula forseta, sum heitir á spanska fótbóltssambandið og altjóða fótbóltssamgongurnar um at gera nakað við rasismu í fótbóltinum.

- Eg vil fegin lýsa samhuga við okkara brasilska spælara, ein fátækur drongur, sum hevur klárað seg væl og er ávegis til at gerast ein av bestu spælarum í heiminum... Hann verður álopin á øllum leikvøllum, hann spælir á, skrivaði Lula millum annað í eini yvirlýsing, sambært Reuters.

Forsetin í spanska fótbóltssambandinum, Javier Tebas, tók ikki væl ímóti ábreiðslunum frá brasilska spælaranum, og bað hann vanda sær um orðini áðrenn hann skuldsetti eina heilt tjóð fyri rasismu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder