Annað

Virkin Vágur: Heilsan á breddanum í Vági í februar

Allan februar mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vági.

Tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboð hóskar viðkomandi best

Tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboð hóskar viðkomandi best

2021-01-26 21:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna, saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum í Vági, vinnurekandi og einstaklingum, hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í februar. Allan februar mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vági, og tað er borgarin sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboð passar viðkomandi best.

Vágs kommuna, sum partur av ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, hevur sett sær fyri at borgarar í kommununi hugsa um heilsuna í februar mánað. Saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum, vinnurekandi og einstaklingum, verður sjóneykan sett á tey tilboð sum eru í kommununi og ment eru serlig tiltøk, sum verða á skrá í februar.

Eitt nú kemur Fólkaheilsuráðið suður og bjóðar vágbingum at máta vekt, BMI og feittprosent. Mált verður síðst í januar og aftur fyrst í mars, soleiðis at fólk kunnu síggja, um februar mánaður hevur givið nakað. Umframt at máta seg, so fáa hesi eitt skjal heim við, har tey kunnu skráseta hvat tey hava gjørt teir ymsu dagarnar. Tey sum velja at máta seg hjá Fólkaheilsuráðnum eru við í lutakastinum um ein størri vinning. Eisini verða fyrilestrar á skránni, eitt nú kemur Magni Mohr frá fólkaheilsuráðnum at hava ein fyrilestur. Fyrilestrar verða eisini um sjódypp og at liva sum veganari. Ítróttarfeløg og einstakingar skipa fyri serligum tiltøkum allan mánaðin. Matvøruhandlarnir seta grønt og sunt á dagsskránna, soleiðis at møguligt er at eta heilsugott.

Út yvir hesi serligu tiltøk, so eru sera nógv almenn tilboð til borgarar í Vági. Nevnast kann, at heilsufótbóltur er tvær ferðir um vikuna, rørslukvøld tvær ferðir um vikuna, kappróðrarfelagið bjóðar borgarum tríggjar ferðir um vikuna at rógva í neystinum. Eisini borgarar sum eru 60 ár og eldri hava møguleika at venja, tvær ferðir um vikuna er fimleikur fyri 60+ í ítróttarhøllini. Ítróttarfeløgini skipa eisini fyri venjingum til teirra limir. Venjingar eru hvønn dag í øllum ítróttargreinum og til allar aldursbólkar.

Lagt er eisini upp til, at onnur av sínum eintingum eru við til at skapa ein serliga dám í Vági, har heilsan fær uppmerksemi. Øll eru vælkomin við og einans hugflogið setur mark fyri, hvat letur seg gera, tá heilsan skal røkjast.

Heilsuátakið í februar mánað hevur fingið heitið Virkin Vágur og er tað undir hesum slagorði, at vágbingar fara at hjúkla um heilsuna í februar. Á sosiala miðlinum Facebook verður heitt á vágbingar um at deila myndir við hashtagginum #virkinvágur og #abcsálarligheilsa. Myndirnar kunnu vera frá einum gongutúri, einum sunnum matpakka ella einum triðja. Øll sum deila myndir og brúka hashtaggini eru við í lutakastum um vinning hvørja viku. Við at deila myndir og luttaka í (tilboðum og) tiltøkum, eru øll við til at stuðla hvørjum øðrum og skapa ein serligan heilsudám í Vági í februar mánað.

Atlit verða tikin fyri koronatilmælunum.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder