Súna Krossteig Hansen var ásannar, at tær vóru stoltar av føroyska avrikinum í kvøld, men vita eisini, at tær kunnu meira enn tær vístu í kvøld.
Dysturin prógvaði, at føroyska liðið megnar at spæla ígjøgnum eina stóra og sterka verju, men tað var í avgerandi løtunum, at tað kiksaði. Skotini sótu ikki nóg væl. Og harvið var føroyska liðið, sambært Súnu, sjálvt við at spæla framúr góða málverjan hjá Montenegro góðan.
Sí samrøðuna við Súnu Krossteig Hansen, sum vit gjørdu beint eftir dystin í kvøld.
Les eisini: Kvinnurnar frá Montenegro vóru ov sterkar
-----------------------------------------------------------
HM 2026 - bólkur D
1. umfar, mikudagin 26. november í Trier
Spania - Paraguai 26-17
Føroyar - Montenegro 27-32 (13-15)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 6-6
15 min: 8-11
20 min: 9-12
25 min: 11-14
30 min: 13-15
35 min: 14-17
40 min: 15-21
45 min: 19-23
50 min: 21-25
55 min: 26-29
60 min: 27-32
Føroysku málskjúttarnir (brotskøst):
Pernille Brandenborg 8 (5)
Jana Mittún 4 - kosin dagsins spælari
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Rannvá Olsen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Elsa Egholm 2
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Skotgagnnýtisprosent: 55 prosent (27/49)
- Montenegro hevði eisini 49 skot men gagnnýtti 65 prosent, harav øll brotskøstini. Føroyar brendu trý av átta brotskøstum.
(Upplegg):
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald