Í dag er júst eitt ár til paralympisku leikirnir fara av bakkastokki í París, og fyriskiparar vóna at selja metnógv atgongumerki.
Altjóða Paralympiska Nevndin vónar at kunna selja 2,8 milliónir atongumerki og harvið taka metið frá paralympisku leikunum í London í 2012, har 2,7 milliónir atgongumerki vórðu seld.
Olympisku leikirnir í París verða í døgunum 26. juli til 11. august 2024, og paralympisku leikirnir verða í døgunum 28. august til 8. september 2024.
Atongumerkini til paralympisku leikirnar verða sett til sølu í oktober, og endamálið er at selja øll í góðari tíð.
– Málið er at selja hvørt einasta atgongumerki. 2.8 milliónir. Tað hevði gjørt París til nummar eitt í mun til atgongumerkjasølu, sigur forsetin fyri Altjóða Paralympisku Nevndina, Andrew Parsons sambært Reuters.
Hann leggur afturat, at tey ynskja at tað skal vera útselt áðrenn setanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald