Fótbóltur

Vóru nær við at gloyma Vialli eftir í Italia

Serstaka støðan í Florens var sambært Sky Sports partur av pátrúgv hjá italska liðnum, sum fyrr í dag kom til London. Í mesta lagi 1.000 áskoðarar kunnu ferðast úr Italiu til finaluna.

Maðurin, ið er

Maðurin, ið er "delegation chief" hjá Gli Azzuri, í eyðkenda flotta venjarabúnanum (Mynd: EPA)

2021-07-10 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá ein skal royna at vinna sína fyrstu EM finalu í 53 ár verða allar "snildir" - sum til dømis at nýta ein sið, sum er bygdur á pátrúgv, áðrenn fráferð - nýttir. Hetta gjørdi Gli Azzuri fyrr í dag, tá teir stílreinu og snøggu italienararnir skuldu fara við bussinum úr Florens til flogvøllin.

Italska liðið hevur undir EM-endaspælinum havt støð í Coverciano, ið er venjingarmiðstøð hjá italska fótbóltssambandinum. Stutt áðrenn ein dyst fyrr í endaspælinum, var tað nær við, at "delegation chief" - ið er eitt slag av ovasta fyri italska hópin - Gianluca Vialli ikki kom við bussinum, tí hann var ov seinur.

Sí stutta og skemtiliga videobrotið á heimasíðuni hjá Sky Sports

Gli Azzuri hevur vunnið allr sínar seks dystir í endaspælinum. Teir tríggjar í bólkaspælinum og fjórðingsfinaluna móti Belgia í München eftir 90 minuttir, áttandapartsfinaluna og hálvfinaluna á Wembley eftir ávíkavist longda leiktíð og brotssparkskapping. Tá nakað sum hatta er hent í samband við fráferð áður, so hildu teir at tað var best, at tað hendi aftur - hesuferð heilt tilætlað, sambært Sky Sports. Vialli og restin av italska ferðlagnum komu til enska høvuðsstaðin fyrr í dag.

57-ára gamli Vialli er best kendur fyri síni brøgd á vøllinum sum áleypari hjá Sampdoria, Juventus og Chelsea síðst í áttariárunum og fyrst í níti'árunum. Hann vann so at siga alt, sum var at vinnast, millum annað Champions League við Juventus, og í Sampdoria var hann liðfelagið við Roberto Mancini í átta ár. Báðir vóru í italska HM-hópunum, sum á heimavølli í 1990 fekk bronsu - Mancini spældi tó ongan minutt. Nú hava teir ikki samspæl í álopunum hjá bláklædda liðnum úr Genoa, men teir standa heilt ovaliga í toyminum hjá bláklædda liðnum, ið teir hava fingið skil á, og sum tey allarflestu í Italia eru ógvuliga spent í, í hesum døgum. 

[object Object]
Vialli, í kolli longst til vinstru, Mancini í miðjuni, og Gabriele Orialia, sum hevur heitið "team manager" (Mynd: EPA)

1.000 kunnu ferðast til London 

Tað er ein ógvuliga lítil partur av íbúgvunum í "stivlalandinum", ið hevur møguleiki at vera til staðar á Wembley i annaðkvøld. 60.000 áskoðarar verða til EM-finaluna, og tey allarflestu av teimum fara at halda við heimaliðnum.

Koronureglugerðin í Bretlandi er strong, tá tað kemur til fólk, ið ferðast inn í landið, men untantak er givið til finaluna, og í mun til undafarnu dystir hjá Italia og øðrum á Wembley, kunnu fólk koma uttalands frá til dystin. Tó eru strong krøv. Tey ferðandi koma til London stutt áðrenn dystarbyrjan og sleppa bert at vera í landinum í tólv tímar. Tað eru í mesta lagi 1.000 ferðandi úr Italia, ið sleppa til finaluna. Samstundis verða áleið 60.000 spentir italienarar í heimlandinum og vóna, at Henri Delaunay kemur við ferðalagnum aftur til suðurevropeiska landið - og so er spruningurin um Vialli kemur í bussin, áðrenn hann byrjar at koyra.

EM-finalan millum Ongland og Italia verður bríkslað í gongd klokkan 20.

Les eisini: 
UEFA forsetin: Soleiðis eigur endaspælið ikki at verða skipað aftur
Eingilska fótbóltssambandið fingið bót

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder