Fótbóltur

Eingilska fótbóltssambandið fingið bót

Eingilska fótbóltssambandið skal gjalda 223.000 krónur í bót fyri atburðin hjá nøkrum fjepparum undir hálvfinaludystinum móti Danmark mikukvøldið.

Her sæst danski málverjin, Kasper Schmeichel, meðan hann tosar við hollendska dómaran, Danny Makkelie í hálvfinaludystinum á Wembley mikuvkøldið (Mynd: EPA)

Her sæst danski málverjin, Kasper Schmeichel, meðan hann tosar við hollendska dómaran, Danny Makkelie í hálvfinaludystinum á Wembley mikuvkøldið (Mynd: EPA)

2021-07-10 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingilska fótbóltssambandið (FA) hevur fingið bót á 223.000 krónur orsakað av atburðinum hjá eingilsku fjepparunum undir hálvfinaludystinum millum Ongland og Danmark mikukvøldið.

Tað upplýsir UEFA sambært fleiri bretskum miðlum.

Eitt nú varð peikað við lasara á andlitið hjá danska málverjanum Kasper Schmeichel beint áðrenn brotsparkið, har eingilski Harry Kane skoraði avgerandi málið í longdu leiktíðini.

Ein onnur orsøk til bótina er, at eingilsku ákoðararnir róptu háðandi, meðan danski tjóðsangurin varð sungin áðrenn dystarbyrjan, umframt at fjepparar tendraðu fýrverk inni á Wembley.

Dysturin millum Danmark og Ongland endaði 2-1, og í annaðkvøld skulu eingilsmenninir hitta Italia í finaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder