Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kyprós í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino. Sigurin ber í sær, at Føroyar at kalla hava tryggjað sær triðjaplássið í kappingini.
Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu, John Rødgaard telvaði remis, og Sjúrður Thorsteinsson tapti. Helgi vann á 1. borði í stórum stíli við flottari mátkombinasjón.
Kyprós var eitt av liðunum, sum kundi hótta triðjaplássið hjá Føroyum.
Støðan fyri seinasta umfar:
1. Andorra 16 stig
2. Monako 14
3. Føroyar 12
4. Luksemburg 9
5. Kyprós 8
6. Malta 8
7. Liktinstein 5
8. Jersey 4
9. Guernsey 2
10. San Marino 2
Í seinasta umfari í morgin telva Føroyar móti Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð.
Helgi snarmeistari
Í gjárkvøldið var snarkappingin fyri einstaklingar á skránni. Her stóðu føroyingar seg heilt væl. Helgi Dam Ziska var suverenur og vann við 7 stigum av átta møguligum.
Men ikki minni sannførandi var góða úrslitið hjá 13 ára gamla Luitjen Akselson Apol. Hann endaði nummar 4 í kappingini millum teir 33 telvararnar við fimm stigum. Sjúrður Thorsteinsson var nummar 6, John Rødgaard nummar 10 og Hans Kristian Simonsen nummar 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald