Fótbóltur

Weghorst bjargaði byrjanini hjá Niðurlondum

Pólland sá út at fáa stig, men innskifti áleyparin sló til í 83. minutti í Hamburg.

Wout Weghorst heur skorað til 2-1 (Mynd: EPA)

Wout Weghorst heur skorað til 2-1 (Mynd: EPA)

2024-06-16 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Ronald Koeman var greitt omaná fyri steðgin, men tað var Pólland, sum legði seg á odda. Robert Lewandowski og Arkadiusz Mikilk eru skaddir, og tí er pláss fyri Adam Buksa, sum skoraði uppá fyrsta møguleikan hjá Póllandi.

Hetta var eftir hornaspark eftir eitt korter. Annars hevði pólska liðið lítið at bjóða uppá frameftir. Tað vóru annard favorittarnir, sum sótu á tí, og Niðurlond skapti nógvar støður fyri stegðin.

Tað bragdaði í 29. minutti, tá Nathan Aké fangaði eina vánaliga pólska alvering, og Cody Gapko fór avtstað. Skotið av brotsteigarmarkinum rakti eitt bein og snýtti Wojciech Szczęsny. 

1-1 og nú lá tað til Niðurlond, sum eisini kundi lagt seg á odda næstu løtuna. Bíðitíðin varð tó long. Spælið í 2. hálvleiki var einki at reypa av, og Pólland kom betri við.

Tá tíggju minuttir vóru eftir, kom Wout Weghorst inn fyri Memphis Depay. Høgi áleyparin skuldi ikki nýta nógva tíð. Bólturin kom innfyri úr vinstru, Weghorst sveiggjaði vinstra beinið, og so var 2-1 og stórur fagnaður.

Trý týdningarmikil stig hjá Niðurlondum sum hevur Frakland í næsta dystinum. Frakland og Eysturríki hittast í morgin.

EM 2024, Bólkur D: 
Sunnudagin 16.06
Pólland - Niðurlond 1-2 (1-1)
16' Adam Buksa 1-0
29' Cody Gapko 1-1
83' Wout Weghorst 1-2 

Í morgin, mánadagin 17.06
21.00: Eysturríki - Fraklandi

Hinir dystirnir í dag síggja spennandi út:

EM 2024 - Bólkur C:
Sunnudagin 16.06
17.00: Slovenia - Danmark
20.00: Serbia - Ongland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder