Tá Føroyar í gjárkvøldið vunnu 2-0 á Armenia í EM-undankappingardysti á Svangaskarði, kom ungi HB-framherjin, Áki Samuelsen, í 58. minutti á vøllin fyri Símun Sólheim.
Harvið gjørdist Áki Samuelsen yngsti maður, sum hevur spælt fyri føroyska U21 landsliðið. Tað staðfestir heimasíðan bolt.fo, bygt á hagtøl frá faroesoccer.com.
At spæla á U21 landsliðnum sum bert 17 ára gamal er ikki óvanligt. Leikararnir Jákup Thomsen, Brandur Hendriksson, Poul Ingason, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen, Hannes Agnarsson og Smuel Chukwudi hava eisini roynt tað, skrivar bolt.fo.
Yngstur av teimum var Hallur Hansson, tá hann, 17 ár og 60 dagar, kom á vøllin í landsdysti í 2009 móti Moldova, sum endaði 1-1.
Nú Áki kom á vøllin móti Armenia, var hann sostatt átta dagar yngri, enn Hallur Hansson var tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald