23. juli fara Olympisku Leikirnir í japanska høvuðsstaðnum Tokyo av bakkastokki.
OL skuldi eftir ætlan vera á sumri í fjør, men tað varð útsett í eitt ár orsakað av koronu, og spyrt tú fólkið í Japan, eigur mann heldur ikki at skipa fyri OL í ár.
Spurnakanningar hava í eina tíð víst, at ein stórur partur av japanska fólkinum ikki ynskir at vera vertur fyri OL í ár, orsakað av støðuni við koronu, sum hevur sett m.a. Tokyo í undantaksstøðu.
Sambært seinastu kanningunum, sum japanskir miðlar hava gjørt um vikuskiftið ynskir fólkið í Japan framvegis ikki at skipa fyri OL í summar.
Sambært kanning hjá blaðnum Yomiuri Shimbun, sum varð gjørd í tíðarskeiðnum 7. til 9. mai, ynskir 59 prosent av fólkinum, at OL skuldi avlýsast, meðan 39 prosent ynskir, at OL verður í summar sum ætlað. Luttakarar í kanningini høvdu ikki møguleika at svara, at teir ynsktu at fáa OL útsett enn einaferð.
Ein kanning, sum TBS News hevur gjørt um vikuskiftið vísti, at 65 prosent av fólkinum ynsktu annaðhvørt at útseta ella avlýsa OL.
Tíðindastovan Kyodo gjørdi eisini eina kanning í apríl, sum vísti, at 72 prosent av fólkinum ynsktu at útseta ella avlýsa OL í Tokyo.
Bæði fyriskiparar og Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) hava higartil boðað frá, at OL verður í summar – við ella uttan áskoðarum, skrivar Ritzau.
Hóast boðað hevur verið frá, at OL hvørki verður útsett ella avlýst, hevur forsetin í IOC, 67 ára gamli Thomas Bach, sum skuldi vitja í Tokyo í komandi viku, nú útsett vitjanina.
Eftir ætlan skuldi hann vitja vertsbýin í døgunum 17. og 18. mai, men vitjanin er nú útsett í óásetta tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald