Annað

Ynskja Team Rynkeby Føroyar góða eydnu

Sunda kommuna skipar fyri móttøku fyri súkklarunum.

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-06-25 17:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Team Rynkeby Føroyar, sum savnar pening inn til álvarsliga sjúk børn, byrjar ferðina til París hósdagin 27.juni 2019.

Sunda kommuna skipar fyri móttøku fyri súkklarunum í Eydnuni á Oyrarbakka hósdagin 27. juni kl. 15.20.

Í tí sambandi er møguleiki at koma og heilsa uppá súkklarar og hjálparfólk og ynskja teimum góða ferð. Fleiri av súkklarunum í ár eru úr Sundalagnum, so hetta er eitt gylt høvi at ynskja teimum góða ferð, skrivar Sunda kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder