Annað

Yvir 120 flogbóltsspælarar hittast til fyrstu kappingina leygardagin

FK-cup hjá Fleyr hevur 34 ár á baki og plagar at vera byrjunarbríklsið til flogbóltskappingarárið. Tey vaksnu kappast í Høllini á Hálsi 30. september - næsta vikuskifti eru tað børnini.

2023-09-27 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøka skipa í vikuskiftinum fyri árligau FK-cup. Talan er um kappingina, har lið úr øllum Føroyum koma til høvuðsstaðin at kappast.

FK-cup er eitt av stóru afturvendandi tiltøkunum í Tórshavn, og hevur kappingin í 34 ár verið byrjunarbríklsið til flogbóltskappingarárið. FK-cup er eitt stórt tiltak, og er kappingin tískil deild í tvey. Eitt vikuskiftið fyri tey vaksnu og eitt fyri tey ungu og børnini.

Leygardagin 30. september eru tað tey vaksnu sum skulu í eldin, og verður Høllin á Hálsi karmur um, at yvir 120 leikarar hittast til ársins fyrstu flogbóltskapping.

Flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøka bjóða øllum vælkomnum til FK-cup, og vit gleða okkum til ein góðan dag við góðum flogbólti.

Fleyr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder