Hondbóltur

Yvirlit: Soleiðis spæla føroysku liðini í European Cup

Neistin og Team Klaksvík spæla í 1. umfari hjá monnum í september - H71 og VÍF koma inn í 2. umfar í oktober. Kvinnurnar hjá Neistanum og H71.

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og hinar hjá H71 fáa italska mótstøðu síðst í september. Í fjør vann H71 millum annað á Slavia Praha (Mynd: Sverri Egholm)

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og hinar hjá H71 fáa italska mótstøðu síðst í september. Í fjør vann H71 millum annað á Slavia Praha (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-18 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag var lutakast til fyrstu umførini í European Cup hjá monnum og kvinnum. Søguliga stór føroysk luttøka er: H71, VÍF, Team Klaksvík og Neistin hjá monnum, øll liðini ið hava rættin at vera við næsta kappingarár, og H71 og Neistin hjá kvinnum.

Les eisini: Seks lið fara at spæla evropeiskan hondbólt seinni í ár

Portalurin fylgdi lutakastinum, og til ber at lesa eitt sindur meira um, hvar føroysku liðini endaðu á leinkjunum beint niðanfyri. Sigast skal, at vitanin um mótstøðuliðini ikki er serliga stór beint nú, og at lið í hesari kappingini í summum førum spæla báðar dystirnar á sama staði innanfyri nakrar fáar dagar. Broytinginar kunnu harvið koma í.

Les eisini:
Neistin til Litava og H71 til Italia
Nestin fær mótstøðu úr Ísrael - Team Klaksvik úr Bosnia
H71 og VÍF standa til at byrja á útivølli

Hondbóltssamband Føroya hevur sett hetta yvirlitið upp:

Lutakastið í Europea Cup háttaði seg soleiðis:

Kvinnur 2. umfar:
Handball Erice (Italia) – H71
Cascada HC Garliava (Litava) – Neistin

64 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við øðrum umfarið, sum verður leikt í viku 38 og 39 - síðst í september.

Menn 1. umfar:
Holon Yuvalim HC (Ísrael) – Neistin
Team Klaksvík – RK Sloboda (Bosnia Hersegovina)

Menn 2. umfar:
Handball Esch (Luksemborg) – VÍF
MRK Trogir (Kroatia) – H71
Team Klaksvík/RK Sloboda – Maccabi Rishon Lezion (Ísrael)
Holon Yuvalim HC/Neistin – BK-46 (Finnland)

76 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við fyrsta umfarið í viku 36 og 37 - í fyrru helvt av september. Team Klaksvík og Neistin eru styrkismett soleiðis, at tey spæla í fyrsta umfari, meðan H71 og VÍF eru hægri styrkismett og koma uppí kappingina í øðrum umfari, sum verður leikt í oktober - í viku 41 og 42.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder